Bóndin í Sumba fær make-over

Arnfríð Hentze, sum fólk kenna frá sjónvarpssendingini Fólksins Rødd, hevur í dag fingið make-over í Havn. Bóndin er uppsnollað til útvarpssending í kvøld. Arnfríð Hentze er ein av teimum, sum hevur verið við í kringvarpsrøðini Fólksins Rødd. Bóndin í Sumba hevur sagt sína hugsan um ymisk evni í sjónvarpinum, og hon er seinastu vikurnar blivin landskend.

Í morgun kom hon norður til Havnar fyri at verða við í útvarpssendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir av Hvonn í kvøld.

Áðrenn sendingina hevur bóndin verið til frisør, í klædna- og skógvahandli og hjá make-up fólki. Tað verður tí ein nakað broyttur bóndi, sum verður við í sendingini á Hvonn í kvøld.

Tveir aðrir luttakarar í Fólksins Rødd - Ingi Sørensen og Sonhard Johannesen - verða eisini við í Hvonn Live. Eisini fer danski rithøvundin Cammilla Rysgaard at geva góða ráð um at hugsa positivt og stúra minni. Hallur Joensen og dóttirin Jessica fara at spæla live, og Petrina Berg og Guðrun Rógvadóttir fara at tosa um stjørnutroyggjuna hjá Guðrun & Guðrun.

Hvonn Live er at hoyra á Rás2 í kvøld kl. 20, og fólk kunnu eisini fylgja sendingini á Hvonn