Hvørt hóskvøld, tá sendingin Bóndin ella á donskum Bonderøven verður víst í sjónvarpinum, er tað ein føroysk dama, sum trúføst situr framman fyri sjónvarpsskíggjanum.
Halla Debes er ivaleyst føroya størsti fjeppari av kenda sjónvarpsbóndanum og hansara familju.
- Líka síðani eg sá sendingina fyrstu ferð, havi eg verið hugtikin av honum. Hann er bara so fantastiskur, tí hann finnur upp á nógv ymiskt spennandi og sær út til at duga alt. Tí er tað stuttligt at fylgja við honum, konuni og teimum báðum børnunum í sjónvarpinum, sigur Halla Debes, sum sigur seg hava fingið eitt heilt serstakt forhold til bóndan í sjónvarpinum.
- Hann fyllir nógv í mínum lívi, og onkursvegna er tað, sum hann er blivin ein partur av mær. Tú kanst siga, at eg havi kannað mær hann sum familju, heldur Halla Debes skemtiliga fyri.
- Eg hyggi eftir øllum pørtunum av Bonderøven og vil helst ikki vera nakran part fyri uttan, men skal eg í onkran serliga føðingardag ella veitslu, so ber sjálvandi ikki til at hyggja, Halla Debes.
Bant troyggjur til Bonderøven
Í vetur fekk føroyski fjepparin hugskotið, at nú skuldi hon binda Bonderøven, konu hansara og báðum børnunum hvør sína troyggju.
- Eitt kvøldið sat eg og bant, sum eg so ofta geri. Eg havi 11 ommubørn og fýra langommubørn, sum eg javnan bindi húgvur, hosur og troyggjur til, men nú helt eg, at eg skuldi binda bóndanum og familju hansara føroyskar troyggjur, fortelur Halla Debes, sum longu dagin eftir fór í býin at keypa tógv til tær fýra troyggjurnar.
- Maðurin hevði hug at flenna eftir mínum hugskoti, men so skjótt tógvið var keypt, setti eg meg at binda troyggjurnar, sigur Halla Debes.
Hóast hon ongantíð hevur sæð kenda bóndan og familjuna í veruleikanum, var hon ikki í iva um, hvussu troyggjurnar skuldu bindast.
- Eg havi hugt so nógv eftir teimum í sjónvarpinum, at eg helt meg duga at meta um, hvørja stødd tey hvør sær brúktu, greiðir Halla Debes frá.
Tá tær fýra troyggjurnar vóru liðugt bundnar, skuldu tær fáast til Danmarkar. Tað var nakað, sum Halla Debes ikki hevði hugsað so nógv um áðrenn hon fór undir at binda til donsku sjónvarpsfamiljuna.
- Eg fór at ivast í, hvussu eg skuldi fáa troyggjurnar úr Føroyum og til adressuna hjá Bonderøven í Danmark. Men so segði dóttir mín, at hon skuldi til Danmarkar og skuldi taka troyggjurnar við sær. Vit funnu so adressuna á internetinum, og dóttir mín syrgdi fyri, at tær fyrst komu út á DR, og síðani hjálptu tey til við at fáa troyggjurnar heim til Bonderøven, fortelur Halla Debes.
Bonderøven sendi heilsan
Líka síðani dagin í november mánaði í fjør, tá troyggjurnar blivu sendar til Danmarkar, hevur Halla Debes bíða í spenningi, til at hon skuldi frætta aftur frá Bonderøven.
- Eg havi verið ótrúliga spent og havi allatíð vónað, at eg fór at frætta frá teimum. Hinvegin so gingu vikurnar, uttan at eg hoyrdi nakað sum helst, so í roynd og veru gekk eg bara út frá, at nú vóru hasar troyggjurnar farnar í gloymibókina, sigur Halla Debes, sum brádliga herfyri fekk ein pakka við postinum.
- Nú ein dagin fekk eg ein pakka við einum reyðum brævbjálva, sum hoyrdi til. Í pakkanum var ein mynd av Bonderøven og familjuni, har tey standa í troyggjunum, sum eg havi bundið, fortelur ein ikki sørt errin Halla Debes.
Afturat myndini var eisini eitt bræv.
- Í brævinum skrivar Frank, at hann er ovfarin av, at eg havi bundið troyggjurnar, og at tær sita so væl. Hann skrivar, at eg má hava hugt nakað væl eftir teimum í sjónvaprinum, tí tær sita perfekt, sigur Halla Debes, sum fegnast um heilsanina frá Bonderøven.
- Eg eri so ótruliga glað fyri, at tey tímdu at senda mær mynd og bræv. Tey eru so fitt á myndini, og eg síggi, at troyggjurnar sita væl á øllum fýra, sigur Halla Debes, sum hevur sett myndina í rammu. Nú stendur myndin á skenkinum í stovuni.
Halla debes hevur ætlanir um at halda sambandið við donsku sjónvarpsfamiljuna við líka, og tí hevur hon longu avgjørt, at tey skulu hava ein pakka frá sær á jólum.
- Frank skal hava ein nýggjan kepp, tí tann, hann hevur, er so kloddutur. Kona hansara skal hava okkurt føroyskt hálsprýði, og so fáa børnini eisini onkran pakka, sigur Halla Debes.