Eftir at gamli Jazz, Fólka og Blues Festivalurin fór í søguna er nú ein nýggjur festivalur á gáttini. Tað er Havnar Jazz Felag, sum síðani 1975 hevur skipað fyri konsertum í Havnini, ið tekur stig til nýggja festivalin.
Jazz, Fólka og Blues Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 1984 undir leiðslu av Brandi Øssursyni, men við tað at Brandur flutti aftur til Danmarkar, eftir at hann fór frá við eftirløn á heysti 2003, er harvið hendan hátíðarstevnan hildin uppat.
Havnar Jazzfelag hevur síðani miðvíst arbeitt fyri at stovna ein nýggjan festival, sum skal fylla tað tómrúm, ið gamli festivalurin lat eftir sær. Vegna Havnar Jazz Felag eru Arnold Ludvig og kona hansara Anna Iachino sett sum høvuðssamskiparar av festivalinum.
Hetta er gjørt i samstarvi við Brandur Øssurson, ið hevur givið sína hjálp og sín stuðul til tiltakið.
Øðrvísi karmar
Nýggi festivalurin fær heitið Havnar Jazz Festival, og verður samstundis eitt sindur øðrvísi enn tann gamli.
Konsertirnar vera ikki longur hildnar eina í Norðurlandahúsinum, men á Gamla Meiarínum, Sjónleikahúsinum, smærri spælistøðum í Havnini og eisini á Havnargøtum. Soleiðis fær festivalurin ein meira festival kendan dám.
Dentur verður á hesum fyrsta sinni lagdur á norðurlendskar og kanadiskar bólkar.
Nøvn á festivalinum
Festivalurin verður frá døgunum 28 juni til 4 juli, og nógv spennandi nøvn eru longu komin á skránna. Nevnast kunnu til dømis New Jungle Orchestra (DK), sum hevur verið eitt av allarbestu jazzorkestrum í Europa í nógv ár, og sum nú eru fløguaktuellir við Live from Birdland. Eisini verður verðinskenda diskostjørnan, Geraldine Hunt, ið millum annað hevur gjørt og sungið lagið, Can?t fake the Feeling, við á festivalinum. Hon fer her at spæla saman við The Arnold Ludvig Trio.
The Merlin Factor við luttøku av Jim Hillman og Tuku frá Kanada. Jussi Kannaste Quartet frá Finnlandi.
Sjálvandi vera tað eisini nógv góð føroysk nøvn á skránni so sum Uni Debess Band, Hans Petur í Brekkunum Band, Yggdrasil og onnur.
Búmerkið
Til Festivalin skal nú finnast eitt nýtt búmerki. Tískil skipar Havnar Jazzfelag fyri búmerkjakapping. Freistin er longu sett til 15 mars.
Vinningurin er atgongumerki til allar konsertinar, ið verða á festivalinum og fløgurnar, ið hesi orkestur hava útgivið. Vónandi verður undirtøkan stór. Meiri fæst at vita við at senda ein teldupost til Olavur Olsen á Olavur@hotmail.com ella hjá Tutl@info.fo