Bólturin rullar seinnapartin

Seinastu ferðirnar hava dystirnir í Effodeildini verið spældir leygardag og sunnudag, og viðhvørt hevur onkur eisini verið fríggjakvøld. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Í øllum fimm uppgerðunum verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00. Tað kemst av, at øll liðini vóru í eldinum mikukvøldið, og av at landsdystur verður í Týsklandi fríggjakvøldið.

Fótbóltslíkindini tykjast verða góð seinnapartin, um enn lotið kanska verður nakað frískt í støðum. Hann sigur frá vesturætt, vindmegin verður 10-11 metrar um sekundið, tað verður sól, og hitastigini vera trettan.

Tað er 22. umfar, sum er á skránni ídag:

 

Víkingur-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B36-B68: Petur Reinert kl. 15.00

TB-ÍF: Páll Augustinussen kl. 15.00

KÍ-NSÍ: Juha M. Kanniainen úr Finnlandi kl. 15.00

EB/Streymur-HB: Rói Jacobsen kl. 15.00

 

Støðan eftir 21 umfør

EB/Streymur 42

ÍF 40

KÍ 37

Víkingur 37

HB 35

B36 27

NSÍ 27

B68 20

TB 19

FC Suðuroy 6