Bólturin latin feløgunum

Kappingarnevndin hjá HSF hevur nú tikið avgerð um, hvussu farast skal fram í sambandi við dystirnar hjá Stjørnuni móti ávíkavist Tjaldri og Kyndli. Báðir dystirnir vórðu í fyrsta umfari av ongum. Hetta tí bæði Tjaldur og Kyndil undir fyriliggjandi umstøðunum bóru seg undan at koma norður til dystin.
Kjakast hevur verið dúgliga um, hvat hevur verið rættast at gjørt hjá kappingarnevndini. Summi hava hildið, at Stjørnan skal dømast at vinna báðar dystirnar uttan dyst, meðan onnur hava hildið fast um, at ein roynd skal gerast at fáa dystirnar avgreiddar.
Nú hevur kappingarnevndin so valt eina at kalla salamoniska loysn. Boð eru nevnliga givin til feløgini um, at tey innan eina ávísa tíðarfreist skulu hava dystirnar avgreiddar. Verða teir ikki tað, verður Stjørnan dømt at vinna dystirnar 0-0.
Hetta vil so eisini innibera, at Tjaldur og Kyndil missa heimavøll í seinna dystinum móti Stjørnuni í grundspælinum. Men tað er so treytað av, at tað ikki ber til at avgreiða fyribils útsettu dystirnar.

Málini ávirka ikki
Tað hevur verið tosað um,at møguligir sigrar á skrivaraborðinum fáa vansar fyri Stjørnuna, sum við hesum helst kundi missa nøkur týðandi mál í mun til argastu kappingarneytarnar. Men soleiðis verður tó ikki.
Grein 7.7 í kappingarreglunum fyri hondbólt ásetur m.a., at um slíkar hendingar hava týdning fyri endaligu raðfylgjuna í eini kapping, fella málini hjá øðrum liðum í dystum móti nevnda mótstøðuliði burtur, tá málmunur ella flest skotin verða roknað.