Bólturin er ikki hjá okkum

– Vit hava ikki heimild at broyta nakað, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, um ósemjuna um læknan á Skálafirði

– Tað eru ikki vit, sum eiga málið viðvíkjandi avtaluni um, hvussu kommunulæknaviðurskiftini á Skálafjørðinum skulu skipast. Tað eru kommunurnar.

 

Tað sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

 

Fyrr í dag hava vit skrivað um ósemjuna, sum hevur tikið seg upp um læknaviðurskftini á Skálafirði.

 

Í tí sambandi metti Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, at bólturin liggur hjá Heilsutrygd, og at tað heilsutrygd, sum skal loysa knútin.

 

Men tað er Egil á Bø, ikki samdur í.

 

 

Les eisini: Stríð um læknaviðtalu á Skálafjørðinum

 

 

– Læknaviðurskiftini á Skálafjørðinum eru skipað eftir eini avtalu ímillum kommunurnar og landsstýrið, og tað eru hesi avtaluni, vit arbeiða eftir, sigur hann.

 

– Okkara lutur er so at manna kommunulæknaviðtalurnar, og tað gera eftir besta førimuni, innanfyri teir karmar, kommunurnar landsstýrið hava skipað kommunulæknaviðurskiftini á Skálafjørðinum.

 

 

Les eisini: Eg haldi meg til undirskrivaðu avtaluna

 

 

Og hann leggur afturat, at skal avtalan broytast, hevur Heilsutrygd ikki heimild at gera nakað við tað.

 

– Vit hava ikki myndugleika til at broyta avtaluna, tað kunnu bara kommunurnar gera, og tískil fáa vit ikki gjørt nakað ítøkiligt fyri at loysa málið, sigur hann.

 

Men hann leggur afturat, at verður avtalan broytt, er Heilsutrygd eisini sinnað til at arbeiða eftir eini aðrari avtalu, men tað eru kommunurnar, sum mugu semjast um tað.

 

Hann sigur, at hóast tey ikki hava heimild at loysa trupulleikin, hevur Heilsutrygd kortini roynt at virka fyri at finna eina loysn.

 

– Heilsutrygd hevur lagt onkur uppskot fram, men enn er so ikki meiri hent, staðfestir Egil á Bø.