Væl umtókti bólkurin við teimum stóru hittunum fer á pallin á Summar Festivalinum.
Petur Háberg Jacobsen, Gunnar Justinussen, Jákup Zachariasen og Marner á Lofti manna bólkin, sum gongur undir navninum »4«.
Hetta er ein samansettur bólkur við kendum tónleikarum, sum eisini hava verið virknir sum solistar og í øðrum bólkum.
4 hevur givið eina fløgu út, og tað er ein sera væl umtókt og nógv spæld fløga.
»Her er løtan« kallast útgávan, og heitislagið á fløguni er ein av kendastu nýggjaru sangunum í Føroyum.
»4« hava ikki spælt nógv live. Teir hava havt onkrar framførslur, millum annað til konsertina við Bryan Adams í Føroyum, men á Summar Festivalinum ber til at hoyra bólkin við dugnaligu sangarunum og tónleikarunum fyri fullum útblástri.