Bólkaspælsfinala í Vági

Faxe Kondi-kappingin: Stjørnan sigraði í kvøld og skal spæla avgerandi dyst í Vági sunnudagin

Ein dystur er spældur í steypakappingini hjá kvinnum, Faxe Kondi-kappingini, í kvøld. Í KÍ-høllini tók Stjørnan úr Hvonndeildini ímóti H71, sum til dagliga spælir í 1. deild. Stjørnan vann dystin, og hetta merkir, at lagt er upp til spennandi og avgerandi dyst ímóti VB sunnudagin.

 

Stjørnan kom best frá byrjan, og eitt skifti vóru klaksvíkingar á odda við málum, 10-5. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki fótaði H71 sær tó somikið, at liðini fóru til hálvleiks við støðuni 11-8 til heimaliðið. Unga liðið hjá H71 megnaði eisini at fylgja við í byrjanini av seinna hálvleiki og fekk minkað til 13-11. Nærri enn hetta komu hoyvíkingar tó ongantíð, tí Stjørnan endaði við at draga frá og vinna 27-21.

 

Hetta var fyrsti sigurin hjá Stjørnuni í bólki 2 í Faxe Kondi-kappingini. Eftir kvøldsins dyst hava øll liðini spælt tveir dystir. Stigatalvan er hendan undan triðja og seinasta umfarinum:

 

1. Kyndil 4 stig

2. Stjørnan 2 stig

3. VB 2 stig

4. H71 0 stig

 

Við sínum sigrum ímóti ávíkavist Stjørnuni og VB hava kyndilskvinnur longu tryggjað sær atgongd til hálvlfinalurnar í steypakappingini undan seinasta dystinum ímóti H71. Sunnudagin er dystur í Vági ímillum VB og Stjørnuna. Vinnarin av hesum dystinum spælir seg víðari til hálvfinalurnar. Skuldi tað hent seg, at dysturin endar við javnleiki, so kemur Stjørnan víðari vegna betri málmun.

 

Málskjúttarnir í Klaksvík í kvøld vóru hesir:

 

Stjørnan-H71 27-21 (11-8)

 

Stjørnan: Jansy Jacobsen 4, Judith Dam Jacobsen 4, Tóra Eliasen 4, Monika P. Jacobsen 4, Ella Petersen 3, Una Váðklett 2, Hervør Hansdóttir 2, Jórun B. Nielsen 2 og Hanna Brandal 2.

 

H71: Fía Hoydal 8, Marita Mortensen 4, Maria Ingolfsdóttir 2, Durita Toftum Joensen 2, Katrin Højsted 1, Guðrið á Borg 1 og Sanna Gunnarstein 1.

 

Tvey av málunum hjá H71 eru ikki skrásett á dómaraseðlinum.