Bálini skulu ikki dálka

Nú jóansøkan nærkast, ger Umhvørvisstovan vart við, at tað bara er loyvt at brenna reint timbur og tílíkt á jóansøkubálunum. Eisini verður heitt á kommunurnar um at hava eftirlit við, at dálkandi burturkast ikki verður brent.

- Tað er vorðið alt meira vanligt at brenna bál á jóansøku. Nú jóansøkan nærkast, er tí vert at hugsa um, hvat vit eiga at gera fyri at forða fyri, at bálini elva til dálking ella ampar fyri fólk, boðar Umhvørvisstovan frá.

Loyvt er at brenna óviðgjørt timbur, greinar, papp og slíkt á báli. Tað er bannað at brenna burturkast, so sum plast, bildekk og annað, sum kann geva nógvan og eitrandi royk.

Umhvørvisstovan mælir frá, at kommunur og onnur heita á fólk um at koma við ymiskum til bálið.

- Tað siga vit, tí tá fólk sjálvi koma við tilfari til bálið, er stórur møguleiki fyri, at ymiskt, sum ikki eigur at verða brent, endar á bálinum, sigur Umhvørvisstovan.

Kommunan skal geva loyvi til at brenna bál, og kommunan hevur eisini eftirlit við bálunum og hevur skyldu til at ansa eftir, at tað bara er reint timbur og tílíkt, sum verður brent.