Býlingshúsið og dagstovnurin skal rúma eina barnagarðsstovu til 20 børn, eina vøggustovu til 12 børn og eitt høli til frítíðarskúla við pláss til 10 børn.
Tilboðini uppá byggingina skulu verða inni í seinasta lagi 16. mai í ár.
Í Nólsoy er eitt øki longu sett av til henda bygningin og er tað eisini partvíst byggibúgvið.
Miðað verður eftir, at hesin stovnurin skal standa liðugur um eitt ár ella so.