Nú verður eisini munandi bíligari at fara á trygdarskeið í Havn. Fyri trimum vikum síðani boðaði almenna Trygdarmistøðin í Klaksvík frá, at prísirnir á trygdarskeiði lækkar niður í 3000 krónur.
Nú hava feløgini Navit og Sjótrygd, sum hava trygdarskeið í Havn á privatum grundarlagi burturav, eisini gjørt av at lækka prísin so at trygdarskeiðið í Havn verður líka bíligt sum í Klaksvík.