Nú verður tað bíligari hjá barnaríkum familjum at búgva á Tvøroyri.
Tvøroyrar Býráð hevur nú samtykt, at foreldur, sum hava fleiri børn í kommunalari dagrøkt, skulu bara rinda ansingargjald fyri tvey av børnunum.
Hava foreldur trý børn í dagrøkt, skulu tey sostatt ikki rinda ansingargjald fyri tað triðja barnið.
Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár.
Men á fundinum skeyt Bjarni Hammer, sum er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, upp, at foreldur skuldu bara rinda ansingargjald fyri tað fyrsta barnið.
Hann ásannaði, at tað hevði kostað kommununi nakrar hundraðtúsund krónur, men hann helt, at hetta var ein framtíðaríløga, tí hevði hetta fingið bara nakrar heilt fáar familjur at búsett seg á Tvøroyri, heldur enn onkra aðrastaðni í Suðuroy, vóru pengarnir væl útgivnir, tó so kom meiri inn í skatti.
– Tað snýr seg um at fáa tey, sum vilja búsetast í Suðuroy, at velja Tvøroyri fram um aðrar kommunur, varð ført fram á býráðsfundinum.
Men tey í meirilutanum vildu ikki taka undir við hesum.
Kristina Kambskarð Sørensen, sum er býráðslimur fyri Kommunulistan, og forkvinna í Sosialu nevnd hjá býráðnum, helt, at hetta var nakað stórur biti at taka í einum, mitt í einum ári, samstundis sum at kommunan stendur fyri at byggja nýggjan barnagarð.
Alvi Mortensen, sum eisini er kommunustýrislimur fyri Kommunulistan, helt, at tað er ikki bara at fáa fólk at búsetast á Tvøroyri, tað er eisini neyðugt at tryggja, at tey hava arbeiði at fara til og tað er eisini ein spurningur, ið má takast við.
Býráðslimirnir í meirilutanum førdu eisini fram, at seinastu árini eru skatturin á Tvøroyri lækkaður, og tað eru ansingargjøldini eisini.
Sostatt varð uppskotið frá Bjarna Hammer, felt, og eftir tað varð tað einmælt samtykt at taka, at foreldur bara rinda fyri tvey tey fyrstu børnini.
Í Javnaðarflokkinum ásanna tey, at tað er avgjørt ein bati, tá ið meiriluti ikki fekst fyri at tey bara skuldi rinda fyri eitt barn.
Men býráðslimir í meirilutanum førdu hinvegin fram, at spurningur um ansingargjaldið, eigur at verða tikin upp aftur, tá ið fíggjarætlanin fyri næsta ár skal leggjast. Og tá kann spurningurin um at foreldur bara skulu rinda fyri eitt barn, takast við í metingunum.