Bíligari at búgva í Sumbiar kommunu

Umframt at skattaprosentið er lækkað, eru gjøldini til barnaansing í Sumbiar kommunu sera lág.

Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu, sigur, at skattaprosentið í kommununi er lækkað tvær ferðir seinastu árini, tilsamans úr 21 niður í 19 prosent.

 

Aftrat hesum er barnaansingin eisini vorðin bíligari fyri barnafamiljurnar.

 

- Vit munnu hava bíligastu barnaansing í landinum, undantikið í Kvívíkar kommunu, sum hevur ókeyis barnaansing.

 

Borgarstjórin vísir á, at hægsta barnagjald í kommununi liggur um 1500 krónur, sum er fyri fyrsta barnið og síðan 750 krónur fyri tað næsta. Barnafrádrátturin er 6.500 krónur fyri hvørt barnið.

 

- Vegirnir í Sumbiar kommunu eru góðir, og í løtuni verður arbeitt við at gera pláss til minnisvarða og torg í Sumba.

 

Tað gongur eisini væl við skattainntøkunum í Sumbiar kommunu, sum higartil í ár eru øktar við sløkum seks prosentum í mun til somu tíð í fjør, tó at skattaprosentið er lækkað.

 

- Jú, vit eru nøgd við gongdina í kommununi, sigur Eyðbjørn Thomsen, tá In.fo vitjaði inni á hugnaligu kommunuskrivstovuni í Sumba.