Eiði: SEV hevur bílagt ein transformara, ið skal nýtast sum maskintransformari til triðju turbinuna, ið skal setast upp á Eiðisverkinum.
Transformarin er ein 60/6kV transformari og er 10 MVA til støddar. Í síðstu viku fekk hann eina sonevnda FAT-roynd (Factory Acceptance Test). Transformarin verður eftir ætlan í Føroyum um hálvan september.
Sjálv turbinan er bíløgd frá Voith í Norra og verður væntandi í Føroyum í oktober og generatorurin í november. Turbinan er 7,7 MW, meðan hinar báðar turbinurnar á verkinum eru 6,3 MW hvør.
Miðað verður eftir at taka nýggju turbinuna í brúk fyrst í næsta ár.