Ein kanning í Noregi vísir, at bøkur eru dýrkaðar umleið 40 prosent meiri enn aðrar vørur og tænastur tey seinastu tjúgu árini. Verður bókaprísurin borin saman við tað, sum onnur mentanartiltøk kosta, er bókaprísurin hækkaður heili 65 prosent meiri.
Í 1980 kostaði tað í meðal 100 krónur at keypa eina norska bók. Í dag er meðalprísurin 349 krónur, men skuldi bókaprísurin havt fylgt prísgongdini á øðrum vørum og tænastum, átti ein bók at kosta í meðal 274 krónur í dag, siga Knut Løyland og Vidar Ringstad, sum hava gjørt kanningina.
Teir báðir halda, at tað er tann stóra miðsavningin innan norska bókaútgávu, sum hevur gjørt bøkurnar so dýrar. Fyrr vóru forløgini væl fleiri í tali enn í dag og kappingin tískil størri, men í dag eru tað nøkur fá forløg, sum sita á meginpartinum av útgávunum.