Fyrsta bind av føroysku bókmentasøguni verður lagt fram í stóra Sali í Norðurlandahúsinum í dag millum klokkan 16:00 og 17:00.
Skráin fyri tiltakið er:
Magnus Tausen, stjóri á Námi, bjóðar væl komin.
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, sigur nøkur orð.
Tónleikur frá Musikkskúlamiðnámi. Ragnar F. Andreasen spælir violin, og Birgitte Schnakenburg spælir klaver. Tey spæla fyrsta sats av violinkonsert í d-moll Symphonie espagnole, Op 21 av franska tónaskaldinum Edouard Lalo (18231892).
Malan Marnersdóttir greiðir frá tilgongdini.
Tina Jakobsen, lesandi á Føroyamálsdeildini, lesur yrking.
Turið Sigurðardóttir greiðir frá, hvussu bókin er skipað.
Tórshavnar manskór syngur tveir sangir. Ein skógvarferð (Upp fró og kvøðið tit Føroya børn) eftir Billu Hansen og orðini eftir Róa Patursson.
Hanus Kamban, rithøvundur, sigur nøkur orð.
Eftir framløguna verður okkurt leskandi at fáa, og bókin verður seld fyri 400 krónur. Vanligur søluprísur verður eftir henda dag 498 krónur.
Áðrenn og eftir framløguna í Stóra Sali verður bókaframsýning í Klingruni. Framsýningin letur upp klokkan 15:00.