Bókmentakalendarin fyri 2000 komin

   

Gyldendals Litteraturkalender hesa ferð er serligur. Árið er 2000 og tað er 10. árið, at Ejgil Søholm hevur skrivað og forlagið Gyldendal givið út. Millum nøvnini, ið árini sum kemur, sum kalendarin nemur við teljast Descartes, Calderon, Rilke, Robert Louis Stevenson, Maupassant og Saint-Exupéry. Av heimligum norðurlendskum slóðbrótarum kunnu nevnast Emil Aarestrup, Eyvind Johnson og Peter Seeberg umframt føroyska trioin Jørgen-Frantz Jacobsen, Christian Matras og William Heinesen, sum fitt verður gjørt burturúr.

Eisini yngri og núlivandi høvundar sum Tage Skou-Hansen, Thor Vilhjálmsson og Bjarne Reuter kunnu vit lesa um í Bókmentakalendaranum, sum eisini í ávísan mun tekur fram tónleik og film. Aftast í bókini eru yvirlit yvir fólk, ið hava fingið bókmentaligar virðislønir umframt annað.