Í formælinum sigur høvundurin, at bókin er ætlað sum eitt lítið minnisrit um góðan barndóm og ungdóm í Vági.
Eftir minninum verður greitt frá, hvussu tað var at vera ungur vágbingur fyri seksti árum síðan. Harumframt hevur høvundurin tosað við uml. 30 av javnaldrunum, og innihaldið í hesum samrøðum er samanskrivað í “Hvat siga javnaldrarnir?”
Greitt verður frá skipum og fiskaarbeiði, um ferðasamband, um mat, um uppaling og børn, skúlagongd, hvat børnini spældu, um mentanarmøguleikar, um gentur og dreingir og greitt verður frá heimsbardaganum 1940-45. Eisini verður greitt frá fólkatali, og hvar ið javnaldrarnir búgva nú. Greitt verður eitt nú livandi frá einum sunnudegi í fýratiárunum, tá ið TB og VB spældu dyst.
Nógvar myndir eru í bókini frá teirri tíðini.
“Spyr okkum, hvør búði her og hvør búði har. Vit vita tað – vit vistu alt um hesa bygd, sum var okkara. Men okkara bygd er ikki til longur; hon er bert goymd í huga okkara, men haðani kann eingin taka hana frá okkum.
Vit vuksu upp í Vági – tað eru vit glað um.”
Ein forvitnislig bók hjá øllum, ið hava áhuga fyri Vági, Suðuroynni ella bygdarsøgu sum heild – ella teimum, sum hava hug at minnast, hvussu tað var at vaksa upp í Vági.
Stuðlað hava Vágs kommuna, Eik Banki og Lions Club Suðuroy.