Tíðindaskriv
Vit brúka internetið dagliga og lata nógvar persónsupplýsingar eftir okkum, uttan at geva okkum far um, hvussu hesar upplýsingar kunnu verða nýttar og møguliga misnýttar av øðrum. Eisini vísa kanningar, at netið er vorðið ein lættur miðil at happa onnur, og at børn og ung dagliga verða happað umvegis internetið.
Dátueftirlitið hevur við stuðli frá KT-deplinum og Føroya Tele gjørt ein bókling um ung og elektroniskar samskiftismiðlar. Í bóklinginum verður høvuðsdentur lagdur á internetnýtslu, men telefonsamskifti, sms-boð og vakmyndatól verða eisini viðgjørd.
Bóklingurin verður almannakunngjørdur á almennum fundi í Miðlahúsinum mikudagin 6. februar kl. 19.00
Bóklingurin er ætlaður sum kunning til tey ungu, so at tey verða meira varin við, hvat tey gera á netinum. Endamálið er at gera tey varug við, at tey eru ikki anonym á internetinum men lata slóðir eftir seg, sum onnur kunnu nýta í øðrum samanhangi.
Boðskapurin er, at tey skulu hugsa seg gjølla um, áðrenn tey lata sínar persónligu upplýsingar frá sær og eisini tá tey handfara upplýsingar um onnur á netinum. Á henda hátt vónar Dátueftirlitið at verða viðvirkandi til, at tey ungu kunnu fáa virðing fyri, hvussu hesin miðil skal nýtast.
Somuleiðis vera framløgur, kjak og pallborðsorðaskifti á skránni.
Luttakarar í pallborðinum eru:
Anna S. Dalsgaard, trivnaðarráðgevi
Annlis Bjarkhamar, verkætlanarleiðari fyri HYPERLINK "http://www.eg.fo/" www.eg.fo
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag
Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum