Trý av hvørjum fýra lesandi vilja heldur hava pappírsbøkur enn ein skíggja, vísir ein kanning frá Student Public Interest Research Group.
Sambært New York Times dámar teimum lesandi betri bøkurnar, tí tað er lættari at leypa fram og aftur millum kapitlarnar. Og tí at ein kann skriva í breddan.
Josephine Mollerup, ið lesur danskt á Københavns Universitet, tekur pappírini fram um telduna.
- Tað er lættari at brúka eina bók. Tað er lættari at strika undir; tað er lættari at blaða, og tað er eisini lættari at skriva eina lítla viðmerking í eina bók, sigur hon, sambært dr.dk.
Á Danmarks Pædagogiske Universitet váttar Søren Kruse, prodekanur, at teimum lesandi dámar betri pappírið enn skíggjan.
Men nýggjar tíðir eru ávegis. Tað sær ein longu nú í fólkaskúlanum og studentaskúlunum.
- Tey ungu og børnini hava heilt aðrar vanar við at brúka teir elektronisku miðlarnar.
- Um vit tosa um sama evnið um fimm ár, so trúgvi eg at alt er broytt, sigur hann.