Enn er neyvan nakar, ið hevur lisið bókina um Westerbeek, uttan høvundurin sjálvur, og rættlesararnir. Bókin er nevniliga spildur nýggj, og verður løgd fram í Stóra Pakkhúsi í Vági hósdagin klokkan 17:00.
Tað gerst beinanvegin greitt, tá ein fær bókina í hondina, at her er talan um dygd, og eitt stórverk. Og eftir at hava blaðað í henni eitt sindur, er allur ivi burtur. Her verður onki latið eftir ósvarað, sum greiða á nakran hátt kann fáast á.
Mathias Lassen hevur við hesi bók lýst hendigina út í æsir, og øll søgan um Westerbeek, sum fór á land vestanfyri Suðuroynna í mjørka tann 2. september í 1742, og øll søgan aftan á, so sum hvat hendi við manningini, og at teir hava eftirkomarar í Føroyum, er eisini kannað.
Væl er kannað, og høvundin hevur sitið á skjalasøvnum í Føroyum, Danmark, Hollandi og í Cape Town.
Altíð kent søguna
Men hví fór Mathias undir at skriva bók um Westerbeek. Mathias sigur soleiðis:
- Navnið Westerbeck (Westerbeek) hevur sungið í oyrunum á mær alt tað eg kann minnast. Sagt varð, at Westerbeek fór á land undir Lopranseiði, men pápi mín trúði einki uppá, at manningin var komin í land á Lopranseiði, har var ov høgt og ikki komandi í land, teir máttu verða komnir í land onkra aðrastaðni, helt hann. Onnur søgdu, at Westerbeek fór á land Vestan Háls, sum er nakað longur suðuri, og at stórmasturin brotnaði, og fall inn í bergið, og at manningin bjargaði sær upp í Háls eftir mastrini. Teir av manningini, sum bjargaðust, sluppu ikki av landinum tann veturin, men vóru liggjandi í Føroyum í níggju mánaðir. Eisini hevur ljóðað, at tveir av manningini vóru eftir í Vági og giftust har, og at ein giftist í Nólsoy. Alt hetta vóru søgur, og eg sá ongantíð nakað prógv, og júst hetta gjørdi meg forvitnan, men tað skuldu ganga øll hesi árini, meiri enn fimti ár, áðrenn eg kom fram á skjølini um hetta skipbrotið, sum verður mett sum eitt av mest gitnu skipbrotum í føroyskari søgu yvirhøvur.
- Vísuna um Westerbeek hoyrdi eg pápa mín nevna, men hann dugdi hana ikki uttanat, bert okkurt ørindi. Hann bað meg spyrja Carl Reynheim í Havn, sum kendi hana, men eg spurdi ongantíð Carl, sjálvt um eg ofta sá hann á gøtuni í Havn. Men í 1975 lat Carl Reynheim vísuna prenta í Dimmalætting, og tá sá eg fyrstu ferð vísuna uppteknaða, og síðan havi eg funnið aðrar upptekningar av somu vísu, sigur Mathias Lassen.
Gomul skjøl
- Á skjalasavninum í Havn kom eg fram á hópin av skjølum viðvíkjandi Westerbeek, ið vóru skrivað við gotiskari skrift, og tað havi eg skrivað av, okkurt um 200 skjøl íalt. Sjófrágreiðingin var skrivað á donskum, men í henni stóð, at manningin hevði skrivað eina frágreiðing til verju fyri skiparan, tá hann kom fyri rættin í Havn, og hon var skrivað á hollendskum, men henda frágreiðing var ikki at finna í Havn. Men á Ríkissavninum í Keypmannahavn fann eg frágreiðingina skrivaða við gotiskari skrift á hollendskum, greiðir Mathias Lassenn frá.
- Fútin Jørgen Fr. Hammersheimb skrivar bræv til allar sýslumenn í Føroyum, uttan í Suðuroy, og biður teir senda sær eitt yvirlit við nøvnunum á hollendingunum, og hvar teir hava gist henda veturin 1742/43, men hesin listin var heldur ikki á skjalasavninum í Havn, men á Ríkissavninum í Keypmannahavn fann eg listan við nøvnunum á teimum, sum bjargaðust, 80 menn í alt, og nøvnini á teimum, sum høvdu teir búgvandi runt um í landinum í níggju mánaðir, sigur Mathias Lassen.
Eftirkomarar í Føroyum
- Í vártingsbókunum er sjórætturin førdur, men í vártingsbókunum eru eisini rættarsakir, har kvinnur eru komnar fyri barn við monnum av Westerbeek. Í føroyingum rennur nógv blóð, sum stavar frá Westerbeek, sigur Mathias Lassen.
- Umframt at skriva um Westerbeek, havi eg skrivað um annað, sum eg eri komin fram á, t.d. eru tríggjar aðrar skipsvanlukkur nevndar, har ein er tann ræðuligasta, og syrgiligasta í allari skipasøguni hjá hollendska eysturindiska felagnum.Eisini verður sagt frá, hvussu teir navigeraðu á víðum havið við lítlari og ongari navigatiónsútgerð, greiðir høvundurin frá.
- Tað hevur verið eitt sera drúgt og trupult arbeiði, men eg gleðist yvir, at eg nú kann leggja eina bók fram, sum út frá tí skrivliga tilfarið, sum er til á skjalasøvnunum, lýsir hendingina um Westerbeek út í æsir, sigur Mathias Lassen um nýggju bókina.
FAKTA
Bókin um Westerbeek er 288 blaðsíður.
Mathias Lassen hevur skrivað og lagt til rættis
Forlag: Undir Rókunum
Mathias Lassen er føddur í Vági 10. november 1940.