Nógvar bøkur verða givnar í jólagávu og av teimum eru flestallar føroyskar. Ofta er satt bókarok hesa tíð. Upp undir jól hoyra vit mestsum dagliga at nú er ein nýggj bók komin út. Torført er at fylgja við, og sjálvt vit, ið starvast í bókavinnuni, verða ferð eftir ferð tikin á bóli.
Tí fara bókhandlarnir saman við forløgunum, eins og undanfarin ár, at geva bókaskránna Bókajól út.
Hetta er triðju ferð, at hetta verður gjørt. Bókaskráin verður borin í hvørt húsarhald.
Bókaskráin savnar allar tær bøkurnar, sum eru komnar í ár, sum hava almennan áhuga. Væntandi verða tað umleið 80 bøkur. Bøkurnar verða flokkaðar í bólkar við barna- og ungdómsbókum, Skald- og siðsøgu, yrkisbókum o.s.fr.
Men tey forløg, sum ætla sær at vera við, eiga ikki at leggjast á boðini. Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum ger skránna klára til prentingar, skal hava boð skjótas tilber.
Skráin verður borin út seinast í november.