So er danski yrkjarin Simon Grotrian aftur á gøtuni við einum nýggjum yrkingasavni, Melantonin. Sum ikki einaferð klóra ummælarar sær í nakkanum, meðan teir gruna yvir, hvat Grotrian ætlar hesuferð. Kanska er heitið ein lykil, tí melantonin er evnið, sum fortelur okkum, nær vit skulu sova og festir okkum í døgnrútmuni millum dag og nátt, ljós og myrkur. Á (nøkunlunda) sama hátt eru yrkingarnar bæði gerandisligar og guddómiligar, meðan tær ríða á markinum millum tað, vit kenna aftur, og slíkt, tað als ikki ber til at fata. Avgjørt ein avbjóðing fyri lyrikkelskarar, ella sum T.A. Nexø á Information sigur: ?Tað er gott, at danskar bókmentir hava Simon Grotrian. Tað er eisini gott, at vit bara hava ein Simon Grotrian?