Nógv fólk møttu til bókaframløguna hjá Óla Jacobsen í bygdarhúsinum í Hósvík í gjárakvøldið. Óli Jacobsen legði fram bókina "Havið tók teir", sum er um vanlukkur á sjónum, tíðarskeiðið 1919-1957.
Óli Jacobsen hevði eina áhugaverda og drúgva framløgu, sum sæst og hoyrist á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch
Edvard Hermansen bjóðaði vælkomin, og segði nøkur orð. Tað kann síggjast og hoyrast á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch
Sóknarpresturin, Theodor Eli Dam Olsen hugleiddi. Tað sæst og hoyrist á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch
Trubadururin, Martin Joensen sang nakrar sangir. Sangurin "Kavin kom" sæst og hoyrist á hesari leinkjuni: www.youtube.com/watch