Tá ið Bókadeildin varð sett á stovn í 1956, stóð ikki væl til við føroyskum bókum. Á aðalfundinum hjá lærarafelagnum varð samtykt at seta eitt forlag á stovn. Síðani hevur Bókadeildin givið meira enn 1000 bøkur út. Umframt tað eru eisini aðrar útgávur sum Skúlablaðið og Barnablaðið.
Starvsfólkini á Bókadeildini hava valt at markera dagin við nøkrum tiltøkum fyri fólk í øllum aldri. Hóskvøldið 28. september verður hátíðarhald í Norðurlandahúsinum, har Erhard Jacobsen fer at halda fyrilestur. Á skránni verður eisini ungdómstiltak við luttøku frá bólkinum The Dreams og Meyla og Knøttur við sjónleikinum "Lort í býin".
Fríggjadagin hevur Bókadeild Føroylærarafelags bjóðað næmingum úr øllum landinum til Norðurlandahúsið, har tey fáa høvi til at hitta nordurlendskar rithøvundar, og seta teimum spurningar. Fríggjakvøldið verður bókmentaskeið. Hátíðarhaldið er fyri bæði stór og smá.
Útlendsku rithøvundarnir, sum koma á vitjan, fara at halda fyrilestrar og tosa við skúlaungdóm. Serliga stuttligt er tað hjá børnunum um at sleppa at heilsa uppá rithøvundarnar og spyrja teir spurningar. Tað verða um 900 skúlanæmingar, sum koma at vitja í Norðurlandahúsinum 29. september.
Rithøvundarnir:
Mecka Lind er ein svenskur rithøvundur, sum er fødd í 1942.
Hon vaks upp hjá ommu síni í Lund. Omman dugdi sera væl at siga frá søgum, og hon var ein stórur stuðul hjá Mecku og var við til at menna hennara hugflog og skapanarevni.
Mecka arbeiddi við lýsingum í tíggju ár eftir at hava gingið í realskúla. Síðani hevur hon verið ferðaleiðari, frítíðarleiðari og free-lance høvundur.
Tá ið hon gav fyrstu bók sína út í 1982, gjørdist hon høvundur burturav.
Kendast er hon fyri bøkurnar um børn, sum hava eitt strævið lív, sum liva á gøtuni og eru barnasoldátar.
Bøkur hennara eru týddar til nógv mál og hava fingið fleiri heiðurslønir í útlondum.
Lene Kaaberbøl er danskur rithøvundur, fødd í Keypmannahavn í 1960.
Hon er útbúgvin cand. mag. í enskum og dramaturgi. Hon hevur fyrr starvast sum studentaskúlalærari, lýsingatekstahøvundur, týðari og forlagsfólk. Nú starvast hon í egnu fyritøku síni Phabel & Plott.
Tær fýra Skammarabøkurnar eru millum mest seldu í Norðurlondum. Tær eru seldar í fimtan londum, og Lene hevur sjálv týtt tær til enskt.
Ragnheiður Gestsdóttir er íslendskur rithøvundur og myndprýðari, fødd í Hafnafirði í 1953.
Longu 19 ára gomul tók hon læraraprógv. Síðani las hon bókmentafrøði við lærda háskúlan í
Reykjavík og listsøgu í Århus.
Afturkomin til Reykjavíkar fór hon aftur at lesa bókmentafrøði og varð spakuliga drigin inn í
arbeiðið at myndprýða og skriva.
Hon hevur eisini arbeitt sum lærari og skúlabókavørður og verið ritstjóri á forlagi, sum gevur út undirvísingartilfar til grundskúlan.
Hon hevur skrivað og myndprýtt fleiri enn tjúgu bøkur og hevur fingið nógvar heiðurslønir í
heimlandi sínum.
Ulf Stark er svenskur rithøvundur, føddur í 1944 og vaks upp í Stureby, sunnan fyri Stokkhólm. Hann skrivaði sítt fyrsta yrkingasavn 19 ára gamal.
Hevur arbeitt við mentanartilfari á blaðnum Expressen og sum starvsfólkaundirvísari í Arbeiðsmarknaðarstýrinum.
Bókmentaliga frambrotið byrjaði av álvara, tá ið hann gav bókina Dárar og Deydur út í 1984.
Bøkurnar um Ulf og vinmannin Percy er ein øðrvísi háttur at skriva ævisøgu, har hann brúkar navnið, men finnur uppá hendingarnar. Lygnin hevur við tað skapandi at gera, sigur Ulf Stark, orðið eitt slag av legokubbum, sum tú kanst brúka at byggja og skapa veruleikar við.
Rakel Helmsdal er føroyskur rithøvundur, fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager.
Hevur búð meginpartin av sínum lívi í Havn. Tó hevur hon verið 5 ár í Frankaríki, og har skrivaði hon fýra av bókum sínum. Rakel Helmsdal hevur umframt at skriva bøkur eisini undirvíst øðrum í kreativari skriving, hevur undirvíst í drama og skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Hon er verkætlanarleiðari fyri tiltakinum Ung í Føroyum.
Sólrún Michelsen er føroyskur rithøvundur, fødd 1948 á Argjum.
Eftir at hava tikið realprógv hevur hon arbeitt á skrivstovu. Síðani settu maðurin og hon á stovn heilsølu, og har virkar hon nú sum fyrisitingarleiðari. Umframt at skriva barna- og ungdómsbøkur, hevur Sólrún eisini skrivað yrkingar og lættlesibøkur til tey yngstu børnini í fólkaskúlanum.