Bókadagar í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið

Partur av húsinum verður innrættaður til børnini.

Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum nú um vikuskiftið.

 

Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika.

 

Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

 

 

Bókadagar 2017 eru í døgunum 24.-27. november. Skráin sæst á nlh.fo.