Sum nakað nýtt, skipar Hotel Hafnia tann 1. desember fyri sonevndari bókacafé í Hafnia Lounge.
Bókacafé?in er fyrst og fremst ætlað sum eitt forum, har fólk kunnu hoyra um nýggjar útgávur. Tosa við onnur um, hvat tey meta er góður lesnaður, og kanska eisini eggja hvørjum øðrum til at fara undir at lesa onkra ávísa útgávu. Eisini verður tosað um sonevndar lesiringar.
Umframt hetta fer Sólrun Michelsen at lesa nakað úr sínum egnu verkum, eins og Turið Kjølbro fer at tosa um bókina, Okkara millum.










