Í sambandi við at nýggja danska skaldsøgan »Færøblues« kemur út, verður skipað fyri móttøku í Leikalund í Klaksvík í morgin Talan er um næstu skaldsøgu hjá danska rithøvundanum, Lisbeth Nebelong, ið hevur búð í Føroyum sum barn og ung, eins og hon eisini oftani hevur vitjað aftur síðani. Fyrsta verk hennara var nógv umtalaða »Når engle spiller Mozart«, sum kom út í 2003.
Ætlanin er at geva út tríggjar bøkur, sum allar viðgera samanrenningina av danskari og føroyskari mentan í Norðuratlantiska samfelagnum. Hendan bókin Færøblues er um Kára, ið sum 19 ára gamal flytur úr Føroyum og ikki vitjar aftur heima á klettunum fyrr enn 25 ár seinni, tá hann skal luttaka í eini konsert í Norðurlandahúsinum sum cellospælari. Nú hevur hann konu og børn og kemur hetta at verða ein tíð, har hann millum annað kemur til uppgerðar við bæði barndómin og mammu sína.
Lisbeth Nebelong fer at lesa upp úr bókini, eins og hon eisini fer at greiða neyvari frá um bókina. Sjálv heldur hon eisini, at tað hevði verið spennandi við einum kjaki út frá teimum evnum, ið verða viðgjørd í skaldsøgum hennara.
Úr Leikalund verður sagt, at øll eru vælkomin á móttøkuna fríggjadagin klokkan 16.