Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ætlanir um bók um sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum. Bókin skal ætlandi koma út næsta ár.
Felagið sendir í hesum døgum út áheitan á sjúkrarøktarfrøðingar og avvarðandi, har heitt verður á tey um at koma við upplýsingum til bókina.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið spurnarblað, sum teir skulu geva felagnum aftur. Um onkur ikki hevur fingið, fáast spurnarbløðini hjá felagnum.
- Eisini verður heitt á avvarðandi ella kenningar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið ikki longur eru førar
fyri at siga søgu sína, ella ikki eru okkara millum longur, um at seta seg í samband við felagið. Umráðandi er, at vit fáa so nógvar sum gjørligt við í hesa fyrstu útgávuna av bók um føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar, sum eftir ætlan kemur út komandi ár, sigur felagið m.a. í áheitan síni.









