Bók um Øssur Mohr kemur út í dag

Ì dag kemur út bókin “Glæman av fjøllum”, sum er um Øssur Mohr og list hansara. Í hesum sambandi bjóðar listamaðurin til móttøku í Galleri North , Nørregade 7 C í Keypmannahavn klokkan 16.

Ole Lindboe, sum hevur skrivað bókina, leggur fyri og fer at siga eitt sindur um, hvussu bókin varð til og um listina hjá Øssuri Mohr.

Tónleikarin og bygdamaðurin, Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla, og fyrireikararnir bjóða okkurt leskiligt til matna og at drekka.

Hósdagin hin 22. novembur bjóðar listamaðurin til móttøku í Gallarí Ribarhúsi í heimbygdini, Fuglafirði.Hetta verður klokkan 18. Bæði Ole Lindboe og Øssur Mohr verða til staðar, og eisini her fer Stanley Samuelsen at syngja og spæla. Ole Lindboe fer eisini í Gallarí Ribarhúsi at fortelja um hvussu bókin um Øssur Mohr bleiv til veruleika. Jógvan av Lakjuni, løgtingsformaður fer eisini at siga nøkur orð.

Í sambandi við at bókin kemur út, verða listaverk eftir Øssur Mohr sýnd fram. Henda framsýningin varir til 6. desembur.