Týsdagin 11. desember frá kl. 17–19 verður fernisering og bókaframløga í Listaskálanum í sambandi við at Listasavn Føroya gevur út bók um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði.
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir er fødd á Eiði í 1950. Hon er útbúgvin á Glyptotekets tegneskole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn 1971-1973 og á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1973-1980. Síðan hevur hon arbeitt sum listakvinna og havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.
Tað er norski listfrøðingurin Eva Furseth, sum hevur skrivað bókina. Eva Furseth er av føroyskari ætt, mamman er Anna, f. Skýlindal úr Havn, og pápin er norðmaðurin Astor Furseth tannlækni, rithøvundur og listamaður. Familjan búði í 11 ár í Vestmanna, har pápin arbeiddi sum tannlækni. Astor Furseth hevur eisini skrivað bøkur um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Um Sigrun Gunnarsdóttir sigur Eva Furseth m.a. í innganginum: ”Hon er fødd og uppvaksin á Eiði, og har hevur hon ment ein myndaheim, sum ikki líkist nøkrum øðrum, ið vit hava sæð.
Góð listaverk fáa alt ov sjáldan tann ans, ið tey hava uppiborið, tí vit geva okkum sum heild ikki stundir til veruliga at hyggja at verkinum við sínum ríku merkingarløgum og málandi dygd. Við hesari bók fáa vit eitt hóskandi høvi at seta okkum inn í nøkur av høvuðsverkum Sigrunar.
Eiðisfólkum er tað tó ikki nýtt, at onkur í bygdini brýtur upp úr nýggjum, hvat tí listaliga viðvíkur. Niels Kruse, ið var fyrsti landslagsmálari Føroya, búði jú á Eiði, og so var hann eisini abbi Sigrunar í móðurætt. Sigrun var bert trý ára gomul, tá ið abbin doyði í 1953, men hann var henni ikki fremmandur, teimum mongu málningunum í barndómsheiminum fyri at takka. Hann hevði sostatt stóra ávirkan á lívsleið hennara”.
Mentamálaráðharrin Jógvan á Lakjuni setur framsýningina og Sigrið Rasmussen fer at syngja. Sigrun Gunnarsdóttir verður hjástødd til ferniseringina.
Bókaútgávan er stuðlað av: Eiðis Kommunu, Tórshavnar Kommunu, Eik Banka, Listafelagi Føroya og Mentanargrunni Landsins. Bókin er 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og norskum og við fleiri enn 80 myndum. Hon kostar 250 krónur, men hon fæst útgávudagin fyri 200 krónur.
mg