Bók um føroyska vinnulóggávu

- við heitinum »Faroese business law an introduction«

Teir báðir, Kári á Rógvu Olsen og Jóhannus Egholm Hansen hava bók um føroyska vinnusøgu.

Talan er um bók, sum er skrivað á enskum, og sum fyrst og fremst lýsir meginpartin av tí partinum av føroyskari lóggávu, sum er av týdningi fyri vinnuligt virksemi. Bókin inniheldur har-umframt eina lýsing av føroysku stjórnarskipanini innan danska kongaríki, av føroysku politisku og fyrisitingarligu skipanini, og av rættarskipanini í Føroyum.

Fyrrverandi rættarformaðurin í 5. deild í Eystara Landsrætti, Jens Lunøe, sum hevur drúgvar royndir sum landsdómari í føroyskum málum, hevur skrivað, hevur skrivað fororðini.

Johannus Egholm Hansen sigur, at tað er sjálvandi eingin ivi um, at bókin kundi fevnt um enn fleiri lógarøki, sum kunnu verða av týdningi fyri vinnuvirkir. Sjálvir meta rithøvundarnir tó, at við teimum lógarøkjum teir hava valt at taka við í bókina, hava valt nøkunlunda tað, sum hevur størstan týdning.

Rithøvundarnir siga, at tað er sjálvandi eisini greitt, at viðgerðin av so stórum pørtum av føroyskari lóggávu, sum talan her er um, væl kundi verði munandi meira umfatandi - og verður tað kanska eisini í møguligum seinni útgávum. Ætlan teirra hevur tó ikki verið at geva eina fullfíggjaða lýsing av øllum aspektum innan hvørt einstakt lógarøki, men harafturímóti at geva eina yvirorðnaða lýsing av teimum einstøku økjunum, sum verða viðgjørd í bókini.

Hugskotið til at skriva bókina fekk Johannus Egholm Hansen, tá ið hann fyri 1 1/2 ári síðani var á skeiði á »Oljurættsinstituttinum« á Dundee University í Skotlandi.

- Bæði á skeiðinum og seinni havi eg fleiri ferðir møtt fyrispurningum frá útlendingum - mest oljufeløgum og starvsfeløgum, sum fáast við ráðgeving innan oljulóggávur - sum vildu vita eitthvørt um serlig føroysk løgfrøðislig viðurskifti. Seinni valdi eg at taka Kára á Rógva Olsen, sum tá starvaðist sum advokatfulltrúi hjá mær, við í arbeiði við at skriva bókina, og eigur hann stóran part av æruni fyri, at bókin bleiv skrivað uppá so lutfallsliga stutta tíð, sum talan hevur verið um.

Tað nýtist ikki at dyljast yvir, sigur Johannes Egholm Hansen víðari, at bókin upprunaliga var ætlað útlendskum fyritøkum og persónum, sum hava ætlanir um vinnuligt virksemi í Føroyum - eitt nú í samband við komandi oljuleiting - ella vinnuligt samstarv við føroyskar fyritøkur. So hvørt sum bókin hevur verið skrivað hava teir tó í størri mun eisini roynt at leggja hana soleiðis til rættis, at hon skal kunna nýtast av føroyskum vinnufyritøkum og einstaklingum, m.a. í sambandi við samstarv teirra við útlendskar fyritøkur.

Tá ið tað er av týdningi at geva eina lýsing av føroyskari vinnulóggávu á einum málið, sum útlendingar skilja, kemst hetta fyrst og fremst av, at ein heilt stórur partur av aktørunum innan m.a. oljuheimin koma frá londum, sum hava eina rættarskipan, ið byggir uppá tað sonevndu »Common Law-skipanina«. Henda rættarskipan er fjart frá teirri skipan, sum nýtt verður í Norðanlondum, m.a. í Føroyum. Tí er neyðugt at lýsa føroysku rættarskipanina yvirfyri útlendskum fyritøkum, soleiðis at hesar føla seg tryggar við at skula arbeiða í einum vinnuligum/løgfrøðisligum umhvørvi sum tí føroyska siga rithøvundarnir.

Um bókin seinni verður týdd til føroyskt ella til annað mál velst um, hvussu stórur áhugin fyri bókini verður.

Bókin verður til sølu eftir nýggjár og kostar 375 kr.

Meira fæst annars at vita um bókina við at venda sær til Johannus Egholm Hansen tlf. +45 33179900 ella e-mail: info@dania-law.dk