Sunnudagin 16. desember verður almenn framløga í Læraraskúlahøllini av bók hjá Tórði Jóansson um brøðrarørsluna í Føroyum.
Fróðskapur gevur út bókina Brethren in the Faroes. An Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote island community eftir Tórð Jóansson. Talan er um ph.d.ritgerð, sum varð vard við University of Glasgow fyrr í ár.
Í ritgerðini hevur Tórður Jóansson viðgjørt brøðrarørsluna í Føroyum, søguna, menningina og ávirkanina, sum hon hevur havt og hevur á føroyska samfelagið. Neil Dickson, doktari og samskipari í Brethren Archivist and Historians Network, skrivar soleiðis um bókina: Brøðrarørslan hevur eitt serligt pláss í føroyskari søgu. Hon kom til landið síðst í 19. øld og brúkti ymsar partar av føroyskari mentan, serliga málið, til at bera evangeliska boðskap sín og til at stovnseta sjálvstøðugar samkomur. Í Føroyum er hægsta talið av brøðrum í heiminum, roknað upp á fólkatal, og víðfevnda luttøkan hjá rørsluni í almennum og mentanarligum viðurskiftum er uttan líka aðrastaðni.
Tórður Jóansson hevur seinnu árini búð og arbeitt í Skotlandi. Í sambandi við útgávuna koma Tórður Jóansson og Neil Dickson, sum hevur ráðgivið frá fyrsta degi, til Føroya at vera við, tá ið bókin verður løgd fram.
Framløgan verður sunnudagin kl. 16 í Læraraskúlahøllini, har Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Fróðskapi, bjóðar vælkomin og heldur stutta røðu. Poul F. Guttesen, lektari, sigur stutt frá týdninginum av granskingini, Zacharias Zachariassen, trúboðari úr Brøðrasamkomuni, heldur røðu og Neil Dickson, doktari og samskipari í BAHN, heldur stuttan fyrilestur. Tórður Jóansson greiðir frá um arbeiðið við bókini og signerar bøkur, sum kunnu keypast á staðnum. Bókin er 329 blaðsíður. Framløga av bókini verður eisini í Siloa í Fuglafirði leygardagin 15. desember kl. 14.