UPPTAKT
Nullloysn. Tað er ikki so lítið sannlíkt, at tað kann gerast úrslitið, tá ið tann fyrsta av trimum uppgerðum millum tey bæði feløgini í Suðuroy í bestu deildini verður á skránni í kvøld. 17. juli skal TB aftur til Vágs. Tað verður í 17. umfarinum, og vágbingar skulu norður á Tvøroyri í 26. og næstsíðsta umfarinum, sum verður á skránni 16. oktober.
Nógv kann broytast inntil eina ferð í oktober. Útgangsstøðan undan fyrstu lokaluppgerðini í ár er tann, at bæði liðini liggja stutt frá niðurflytingarstrikuni. Og higartil hava báðir partar havt ilt við at skjóta mál, meðan tað sum heild hevur hilnast betri í verjupartinum.
- Hjá okkum er talan um tveir sera týdningarmiklar dystir, nú vit fyrst fara til Vágs og mánadagin fara at fáa vitjan av GÍ, sum er aftast, sigur TB veteranurin Jón Johannesen.
Eingin ivi er um, at TB fer fyrst og fremst at dúva upp á verjupartin í kvøld. Frammi á vøllinum hava teir verið tunnir higartil. Men nú fáa teir styrk í framrættaða partinum. Miðvallarin Alexander Jovevic er tøkur aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur, og Bárður Dimon, sum hevur verið uttanlands tað, sum er farið av hesum kappingarárinum, er aftur á Tvøroyri. Tá ið vit frættu, roknaðu teir við, at hann fór at vera við í kvøld.
Hjá vágbingum hevur gingið syndarliga illa við málskjótingini. Sunnudagin høvdu teir fleiri møguleikar í Runavík, og tað tóktist síggja ljóst út, tá ið teir eftir fínt álop løgdu seg á odda. VB tapti stórt, men skal nakar glotti finnast, so má tað vera, at teir í 1. hálvleiki megnaðu at spæla seg til fleiri møguleikar, og teir siga sjálvir, at spælið fyrru trý korterini var betri, enn tað hevur verið frammanundan. Trækarmurin og Jens Martin Knudsen vóru teimum ov boysin. Í kvøld fer ein annar sera stinnur málverji at royna at halda mótstøðumálið tætt, tá ið fyrrverandi VB venjarin, Milan Milanovic, sum tvørámenn halda heilt nógv av, aftur fer at vitja á Vágseiði.
- Tað er alneyðugt hjá okkum í álopsspælinum at gera alt annað enn at oysa høgar bóltar í høvdið á Óla Johannesen og Aca, siga teir í Vági, og so fæst at síggja, um TB og VB í kvøld fara at fáa rættuligt glið á málskjótingina.
TB hevur ikki fingið fult í Vági síðani í 1993, tá ið teir vunnu rudduligan 3-0 sigur.
Tað gongur væl betri við málskjótingini á næstbesta liðnum hjá samansetta VB og Sumba. Leygardagin vann liðið, sum eitur Sumba, 8-4 á heimavølli móti teimum næstbestu hjá GÍ.