Bíðirøðir niður á nøktandi støði

Í kjalarvørrinum av dokumentarinum ?Glataðu børnini? - um longu bíðirøðina at sleppa framat til barnapsykiatriskar kanningar - hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannessen, í dag viðgjørt málið saman við Psykiatriska deplinum. - Semja er um, at henda støðan ikki er nøktandi og verður málið tikið í størsta álvara. Landssjúkrahúsið fer tí beinanvegin undir at gera eina ítøkiliga virkisætlan við tí endamáli at fáa bíðirøðirnar niður á nøktandi støði. Virkisætlanin skal handast landsstýrismanninum innan 16. mai. Virkisælanin skal innihalda eina loysn uppá bráðfeingis trupulleikan og eina langtíðarloysn.

Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

Lagt verður aftrat, at longsta bíðitíðin er tvey ár, men ikki øll bíða so leingi

- Barna- og ungdómspsykiatriin í Føroyum varð sett á stovn fyri stívliga fimm árum síðani, og er tørvurin á útgreining og viðgerð vaksin sera nógv hesi árini.

Heilsumálaráðið sigur, at í løtuni standa stívliga 100 børn og ung á bíðilista til at verða kannað nærri. Um 30 børn eru undir útgreinan í løtuni, og 100 børn eru annars knýtt at barna-og ungdómspsykiatriska toyminum og ganga til viðgerð av ymiskum slag.

- Sum støðan er nú, verður mett, at longsta bíðitíðin kann vera upp í tvey ár, men at tað í ávísum førum bert eru fáir dagar at bíða. Mett verður, at miðal bíðitíðin liggur um eitt til hálvt annað ár.

Heilsumálaráðið vísir á, at saman við serfrøðingum verður bíðirøðin eftirhugd javnan og raðfestingar gjørdar út frá eini tørvsmeting. Hetta hevur við sær, at bíðitíðin kann vera ymisk í mun til tørvin. Tey við størsta tørvinum koma harvið fyrr framat.

- Sera stórur eftirspurningur er á barna-og ungdómspsykiatarum í grannalondum okkara, og tí hevur ikki verið møguligt at fáa serfrøðing í starv á Landssjúkrahúsinum. Onkrir føroyingar hava víst áhuga fyri at fara undir serútbúgving innan hetta økið, so vánirnar um at fáa onkran í fast starv um nøkur ár, eru betri enn tær hava verið, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.