Býir angra vetrar-OL boð

Einans tveir býir eru eftir, ið ynskja at halda OL 2026

Tá Altjóða Olympiska nevndin (IOC) í apríl kunngjørdi hvørjir býir ynsktu at skipa fyri vetrar-OL í 2026, var tað ríkiligt at velja ímillum. Men hálvt ár aftaná er talið av býum, ið ynskja at halda vetrar-OL, minkað úr sjey til tveir. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan. Eftir um boðið eru einans Stokkhólm í Svøríki og italsku býirnir Milano og Cortina d'Ampezzo.


Seinasti býurin í røðini at angra sítt boð er Calgary í Kanada. Tað hendi aftaná eina fólkaatkvøðu, har 56 prosent av veljarunum atkvøddi ímóti at skipa fyri vetrar-OL í býnum.


Í samrøðu við Ritzau sigur Morten Mølholm, stjóri fyri danska ítróttasambandið DIF, at tað er kostnaðurin av halda vetrar-OL, ið ger at býir aftra seg.


- Leikirnir í Sotji í 2014 og komandi leikirnir í Beijing í 2022 hava ikki júst verið ein góð lýsing, tí teir eru so øgiliga dýrir. Fleiri eru vorðin bangin av tí, sigur hann.


Og sambært Ritzau, so vísir ein kanning hjá Sveriges Radio, at svenska undirtøkan eisini er ivasom. Hinvegin hevur italska boðið longu fingið váttan um stuðul frá italsku stjórnini, um býirnir fáa leikirnar.