Bæði vilja nærri oddinum

Fleyr og SÍ liggja bæði í botninum í meistaradeildini hjá monnum. Tí er umráðandi hjá báðum at vinna fyrsta dystin í endaspælinum

FLOGBÓLTUR

Bæði Fleyr og SÍ hava havt eitt minni gott kappingarár. Tá grundspælið var liðugt lógu tey á ávikavist fjórða og fimta plássi, og munurin upp til ovaru liðini var rættiliga stórur. Nú byrjar endaspælið, og tað vil siga, at stigini eru blivin hálverað. Hetta gevur bæði Fleyr og SÍ ein nýggjan møguleika at spæla seg in í heiðursmerkjastríðið, men til tess hava bæði liðini brúk fyri einum sigri leygardagin.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir í ár, og fyrra dystin megnaðu sørvingar at vinna 3-2 í Havn. Í dystinum í Sørvági var Fleyr tó oman á, og henda dystin vunnu havnarmenninir 3-1. So sum heild hava dystirnir í millum hesi liðini verið rættiliga javnir.
Fleyr hevur tó fingið betur úrtøku í grundspælinum, so kanska eru teir favoritar til henda dystin, men SÍ hevur tó víst gott spæl teir síðstu dystirnar, og teir hava verið nær við sigurin ímóti bæði ÍF og Mjølni, so ikki er óhugsandi, at teir enn einaferð vera nær við hesu ferð.