Bíðið við oljuhavn og landsoljufelag

Størsti vandin, tá oljuvinnan kemur til Føroya, verður tøvurin á arbeiðsfólki. Tá verða hvørki arbeiðsfólk til at byggja skip ella annað. Einki verður sum eitur tímaløn á miðsteðarøkinum. Tá verður bara tann, sum er sterkastur, ið kemur at ráða segði Heine O Heinesen undir viðgerð av útbjóðing á landgrunninum

Jan Müller


Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins undir viðgerðini av uppskotinum til 1. útbjóðing var Heine O Heinesen, sum eisini er formaður í Vinnunevndini , ið hevur fingið lógaruppskotið til viðgerðar. Vinnunevndin byrjar fundir sínar um uppskotið í hesi vikuni.

Undir 1. viðgerð gjørdi Heine O Heinesen púra greitt støðu sína um oljuútgerðarstøðina. Hann helt tað ikki vera neyðugt nú at skula gera av, hvat ein oljuútgerðarhavn skal vera, tí tað virksemi, sum er av oljuleiting er so lítið.

Hann vísti annars til skeivu gongdina í Noregi, har tað vóru 80 kommunur, sum gjørdi íløgur við tí vón at fáa oljuvirksemi.

-Spurningurin er um ikki tann sama sjúkan er farin at ganga í Føroyum, nevniliga oljuvinnusjúkan og tað vil eg avgjørt ávara ímóti. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit satsa uppá aðra vinnu enn bara oljuvinnuna.

Undir orðaskiftinum nevndu fleiri tingmenn, at vit eiga at favorisera føroyska vinnu, nú ein oljuvinna stendur fyri framman. Hesum var Heine O Heinesen ikki samdur í.

Hann vísti á, at tey lond, sum hava EBS avtalu við ES hava ikki loyvi til at favorisera síni egnu, so hóast vit í dag hvørki eru limur í ES ella partur av nøkrum EBS-samstarvi, so eru vit partur av heimssamfelagnum og eru noyddir til at hyggja at og fylgja gongdini har. Tí metti hann tað vera skeivt at favorisera okkara egnu við at geva teimum framíhjárætt.

-Tann stóri vandin í øllum hesum er, at tað verða ikki arbeiðsfólk hvørki til at byggja skip ella nakað annað. Tað verður einki sum eitur tímaløn á miðsteðarøkinum eftir at oljuvinnan er komin. Tá verður tað bara tann, sum er sterkastur, ið kemur at ráða.

Hann helt annars, at vit eiga fyrst at taka spurningin um landsoljufelag upp, tá vit vita, um olja er her. Eisini her var hann samdur við landsstýrismanninum í oljumálum. Hann vísti eisini á, at í dag verður tosað um at privatisera Statoil.

Heine O Heinesen vísti aftur skuldsetingarnar um, at landsstýrið hevði slept almennum oljufelag uppá fjall.

-Hetta er ikki so, men man hevur valt at bíða við tí spurninginum og helt hann tað eisini vera burturvið at samanbera við Noreg, tí har hevði man funnið nógva olju, áðrenn man tók stig til alment oljufelag.

-Tosa vit um arbeiðfólk, so er størri vandi við at tað eru ikki nokk av fólki til hesa vinnuna enn at tey ikki sleppa upp í part.