VB-HB 0-0
Karmarnir til ein rættan toppdyst vóru so avgjørt til staðar, tá leikararnir hjá ávíkavist VB og HB gjørdu seg til reiðar at fara á vøllin sunnudagin.
Heimaliðið, sum ikki hevur ligið so væl fyri í nógv, nógv ár, hevði sjálvsagt dyggan stuðul frá áskoðarunum, og longu áðrenn dysturin byrjaði, vórðu nøkur dundur frá fýrverki at hoyra á Eiðinum.
HB leikararnir høvdu tó eisini nakrar av sínum stuðlum við. Stuðlafelagið hevði skipað fyri útferð, og alt í alt mundu eini hálvhundrað havnarfólk standa við eystursíðuna av vøllinum, haðani tey royndu at eggja sínar leikarar.
Verjukent
Frá byrjan var líkt til, at talan skuldi gerast um ein dyst við sera fáum opnum møguleikum. VB var skert, tí Robert Cieslewicz hevði leikbann, og tí var leikandi venjarin, Krzystof Popczynski, einsamallur á toppinum. Ætlanin var allarhelst, at vongverjarnir og annar av framrættaðu miðvallarunum skuldu stuðla í álopspartinum, men yvirhøvur var uppgávan hjá venjaranum sera trupul. Vandamestir vóru vágbingarnir, tá tað eydnaðist at spæla seg ígjøgnum í borðunum, men innleggini saknaðu neyvleika, og tí gjørdist talan sjáldan um vandamiklar støður.
Eisini HB var sera verjukent í útgangsstøðnum. Ikki tí, fólkið var tað sama, og taktiktalvan segði framvegis 4-4-2, men eitt nú varð sera sjáldan roynt at nýta síðurnar til at bróta seg ígjøgnum. Bakkarnir høvdu heilt sjónligt fingið boð um at halda seg til verjupartin, og hetta avmarkaði álopsmøguleikarnar hjá gestunum.
Ístaðin varð ofta roynt við longum sendingum niðan til áleypararnar, sum meira ella minni einsamallir royndu at koma framvið VB verjuni. Undantakið var, tá Allan Mørkøre, sum nú tykist á veg upp aftur, kom framvið í høgru.
Hvør sína løtu
Eftir at bæði liðini sostatt løgdu sera varisliga fyri, fekk HB eina lítla yvirvág seinna partin av fyrra hálvleiki.
Yvirvágin gav tó ikki teir stóru møguleikarnar, men hinvegin hildu teir í allarflestu førum vágbingum langt frá HB málinum. Gestirnir vóru hesa løtuna fyrst á flest øllum bóltum á miðvøllinum, men nærri enn einari góðari roynd við høvdinum frá Jón Róa Jacobsen, og einum frísparki frá Allani úr 25 metrum, komu teir ongantíð.
Sum nevnt, so hevði HB gott tak á miðvøllinum hesa løtuna, og allarhelst var tað hetta, sum VB venjarin hevði hugsað mest um í hálvleikinum. Í øllum førum tóktust vágbingarnir nógv meira tendraðir, tá teir fóru á vøllin til seinna hálvleik.
Bóltarnir, sum HB hevði vunnið í fyrra, komu nú aloftast til eitt VB bein, og spakuliga otaðu vágbingar seg longur oman móti HB málinum. Nærmast vóru teir við, tá Milan Kulic frágera væl snaraði HB verjuleikara av sær á skeyt frá brotsteigarsamankomingini. Bárður vardi tó sera væl fyri, tá hann fekk sligið dúkkandi skotið upp um málið.
Nakað seinni fekk VB eitt heldur bíligt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, tá Símun klossaðist so við bóltinum, at hesin støkk upp í hondina. Milan royndi seg við einum fløtum skoti niður móti handara horni, men Bárður fekk tveitt seg, soleiðis at eisini tann vandin var av.
Júst hetta frísparkið var annars eitt gott dømi um, hvussu ótryggir leikararnir vóru á vøllinum. Hóast talan var um ógvuliga taktiskt spæl frá báðum pørtum, er einki at ivast í, at undirhaldsvirði hevði verið størri, um vallarumstøðurnar vóru betri. Uppbyggjandi spæl frá verjuni og frameftir var sostatt nærum ikki talan um. Heldur varð satsað upp á langar bóltar niðan eftir vøllinum, og so vóna at teir har frammi megnaðu at gera eitthvørt.
Talan er tó um stórar íløgur, sum skulu gerast, um nøkur vón skal vera at betra um vøllin, og tí er helst líkt til, at trupulleikin av vøllinum í Vági stendur við nøkur ár frameftir.
Ion tetti aftur
VB hevði sostatt eina hampuliga yvirvág á miðvøllinum hesa løtuna, men eftir at HB venjarin hevði sett Inga Rasmussen inn fyri Hall Danielsen broyttist hetta aftur.
Ikki soleiðis at HB nú fekk nakra yvirvág, men evnini hjá Inga sum bóltvinnara og bylgjubrótara á miðvøllinum komu sera greitt til sjóndar, og HB fekk nú aftur flutt spælið eitt sindur niðan á vøllin.
Málmøguleikar varð tó ongan tíð talan um. Tað einu ferðina fekk Bjarni ikki fatur á einum innleggi, men VB verjan fekk ruddað burtur, og í hinum endanum royndi Krzystof seg við einum skotið úr stórari fjarstøðu, sum gav Bárða nakað av trupulleikum, tá bólturin støkk í váta vøllin.
Málleysi javnleikurin nærkaðist tí alsamt, og gjørdist at enda veruleiki.
Sum heild kann sigast um dystin, at hóast taktiska uppleggið hjá báðum pørtum var at binda fyri í verjupartinum, so var talan alla tíðina um ein spennandi dyst. Nervin fór ongantíð úr, og nógvir intensir nærdystir vóru eisini at síggja. Javnleikur var tó einasta rætta úrslitið, og hetta tóktust báðir partar eisini at vera hampuliga væl nøgdir um, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
At enda skal nevnast, at tað tænir báðum pørtum til rós (og eisini dómaranum) at hóast talan var um ein sera javnan dyst, so gjørdist ongantíð neyðugt við nakrari kortveittran, so sum tað ofta sæst, tá nærdystirnir eru nógvir og tættir. Tað sama kann ikki sigast um Eyðun Kjærbo, sum av beinkinum fekk gult kort fyri at brúka seg móti bæði dómara og linjuverja.
VB-HB 0-0
Dómari: Lassin Isaksen
VB:
Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussn, Eyðun Kjærbo, Milan Kulic, Tórður Holm, Michael í Lágabø, Jón Pauli Olsen ? Krzystof Popzynski
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rói Árting ? Jón Rói Jacobsen, Andrew á Fløtum.