Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt av at veita endurgjald til viðskiftafólk síni, sum ikki eru sloppin heim til Føroya orsakað av eldgosinum í Íslandi Í seinastu viku boðaði Trygd frá, at teirra ferðatrygging tók við hjá viðskiftafólkunum, sum vóru strandað uttanlands orsakað av flogbanninum.
Í fyrsta umfari gjørdi Tryggingarfelagið Føroyar ikki tað sama, men í dag sigur felagið, at tað nú eisini veitir endurgjald.
Er ferðin til Føroya seinkað meira enn átta tímar, fáa fólk 700 krónur um dagin, í mesta lagi í fýra dagar