Bæði toppliðini skulu leika

Bæði Mjølnir og ÍF skulu í dyst í vikuskiftinum í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir tekur ímóti SÍ í KÍ-høllini, meðan ÍF vitjar hjá Fleyr.

Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum. Tann fyrri verður leygardagin, tá oddaliðið, Mjølnir, tekur ímóti botnliðnum, SÍ.
Gongdin hevur verið sera góð hjá Mjølni síðstu vikurnar. Teir hava vunnið sínar síðstu fýra dystir, og seinastu tvær vikurnar hava teir vunnið á báðum rivalunum í oddastríðnum. Fyrst vunnu teir tryggan 3-0 sigur á ÍF í KÍ-høllini, og so møttu teir eisini Fram í Klaksvík, har teir enn einaferð vunnu tryggan 3-0 sigur.
Hjá SÍ hevur hinvegin ikki gingið so væl. Teir hava bert vunnið ein dyst í ár, men mikukvøldið mundu teir vunnið á ÍF á Kambsdali. Teir taptu tó 3-2, og sostatt gjørdust teir akkurát ov stuttir.
Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr í ár. Tann dystin vann Mjølnir 3-2 í Sørvági eftir ein spennandi dyst. Nú fær SÍ ein nýggjan møguleika at vinna á Mjølni, men undan dystinum má Mjølnir metast at vera favorittur at vinna teirra fimta dyst á rað.
Seinni dysturin verður í Gundadalshøllini sunnudagin, har Fleyr tekur ímóti einum av oddaliðunum, ÍF. Undan dystinum liggur Fleyr á fjórða plássi við 4 stigum. Teir eru helst ikki nøgdir við gongdina hjá liðnum í ár, men Fleyr hevur vunnið sett í hvørjum dysti. Hjá ÍF hevur hinvegin gingið væl. Teir liggja heilt frammi í oddinum saman við Mjølnir, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið so væl. Fyrst taptu teir á Mjølni, og síðani vunnu teir við bit og slit á SÍ.
ÍF vann tó fyrsta dystin millum hesi bæði liðini, og enn einaferð mugu teir metast at vera favorittur ímóti Fleyr.