Bæði skulu reisast

Eftir eyðmýkingina mikukvøldið skulu fuglfirðingar taka sær um reiggj. Men teir eru ikki teir einastu við slíkum ætlanum

Upptakt

Hóast tað enn ikki hevur eydnast at fáa ein sigur til høldar hjá nýggja KÍ-venjaranum, so hevur hann framvegis gott mót, nú farið verður til Fuglafjarðar.
Tað kann eisini staðfestast, at venjarin enn hevur havt sera lítlan møguleika at arbeiða við spælarunum, tí við kompaktu dystarskránni, sum nú er, hevur talan bert verið um tvær venjingar.
- Tað er sjálvandi altíð keðiligt at koma til mitt í einum kappingarárið, og akkurát nú er tað kanska enn truplari. Spælararnir hava jú arbeitt eftir eini ætlan saman við fyrrverandi venjaranum, men eg eri ein annar persónur við øðrum hugskotum, og tað mugu vit so venja okkum við, heldur hann.
Men hevur tú nakran møguleika at fáa hesi nýggju hugskotini potað inn í spælararnar við so stuttum skotbráði?
- Tað er í øllum førum trupult. Venjingarnar eru jú sera fáar, so tað hevur mest verið við at tosa og tekna upp á taktik-talvuna, at hetta hevur verið gjørt. Serliga í seinna hálvleiki móti EB/Streymi haldi eg eisini, at spælararnir førka seg móti konseptinum, sum teir áður hava arbeitt við, men tað er ikki meira enn náttúrligt.
Júst dysturin móti EB/Streymi tykist eisini iðra Oddbjørn nakað. Her heldur hann, at teir høvdu fatur í fleiri góðum tingum, men stig gjørdist talan kortini ikki um.
- Tað er jú ein spurningur um at fáa viðvind. Eg ivist ikki í, at ein sigur seinast kundi givið eitt ordiligt lyft, men tað mugu so arbeiða fram ímóti hesaferð. hugburðinum hjá spælarunum bilar so í øllum førum einki. Teir hava arbeitt sera væl, og eg ivist ikki í, at vit fara at førka okkum upp á talvuna.

Vinstri bakkarnir mangla
Til dystin mánadagin noyðist Oddbjørn í øllum førum at vera Eyðun Klakstein fyriuttan. Bakkurin fór út við skaða móti EB/Streymi, og tað ganga í øllum førum nakrar vikur, áðrenn hann er tøkur aftur.
Er tað gott ella ringt fyri tykkum, at ÍF kemur beint frá einum ordans lúsingi í Gundadali.
- Tað er vónleyst at siga. Tað kann virka báðar vegir. Tað er jú væl hugsandi, at teir nú skulu prógva, at hetta í øllum førum ikki skal henda aftur. Hinvegin kann jú eisini hugsast, at vit við einum skjótum máli kunnu punktera teir fullkomuliga, men tað er vónleyst at gita um, heldur hann.
Úr Fuglafirði vóru boðini eftir mikukvøldið, at teir so í øllum førum skulu reisa seg. Til hesa uppgávuna hevur Petur Simonsen væntandi allar mans tøkar. Spurningurin er tó, hvussu verður við Fritleif í Lambanum. Hann fór út við skaða móti HB, og spurningurin er so, um hann er tøkur mánadagin.