Bæði sól og regn á ólavsøku

Spurdur um ólavsøkuveðrið sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur, at vit kunnu rokna við eitt sindur av hvørjum. Men hann sigur samstundis, at heilt vánaligt verður tað ikki.
- ólavsøkuaftan kunnu vit rokna við nakað av regni. Bæði um morgunin og um kvøldið. Men meðan kappróðurin er, verður helst turt. Tað kann vera eitt sindur trupult at siga, tí regnið líka sum ferðast yvir okkum, men tað er líkt til, at turt er um dagin og út á seinnapartin.
- Men ólavsøkudagur sær góður út. Tá verður turt, og hóast mjørkaflókar verða, so fer sólin eisini at síggja. Eisini á midnátt verður talan um gott veður. Vindurin verður helst upp ímóti 10 metrar um sekundið, men tað man ikki fara at bila, tá nógv fólk eru savnað á vaglinum, heldur Petur
Hann sigur at enda, at sunnudagurin í nógvar mátar fer at líkjast fríggjadagin. Altso við nakað av regni og annars skiftandi veðri.