HONDBÓLTUR
Sunnudagin verður dystur millum tvey av botnliðunum í Atlantic Airways deildini á skránni, tá KÍF tekur ímóti H71 í Kollafirði. Bæði liðini hava trý stig eftir fimm umfør, men gongdin hjá liðunum hevur ikki verið tann sama síðstu dystirnar.
H71 byrjaði væl í ár, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið heilt eftir vild. Serliga síðstu tveir dystirnir hava roynst illa, tí sjálvt um byrjanin á hesum báðum dystunum hevur verið fín, so hava hoyvíkingar blakað alt vekk síðstu løtuna. Hetta er eisini nakað, sum leikarar og venjarar hava lagt sær í geyma, og Poul Kjartan Dam hjá H71 sigur, at nú ætla teir sær bæði stigini.
- Vit hava vant hart síðstu vikurnar. Vit hava mist møguleikan fyri stigi ímóti endanum á síðstu dystunum, so hetta ætlaðu vit at broyta í Kollafirði. Eg haldi tó, at gongdin hjá liðnum hevur verið tann rætta, so vónandi fáa vit bæði stigini í dystinum ímóti KÍF.
Meðan H71 hevur allar mans tøkar til dystin, so sær ikki so gott út við fólki hjá KÍF. Bæði Daniel Rapa og Rógvi Weyhe blivu skaddir undir upphitingini til síðsta dyst, men meðan Rógvi verður klárur til dystin ímóti H71, so er meir ivasamt, um Daniel Rapa gerst klárur. Harafturat hava Karl Johan Djurhuus og Petur Martin Poulsen verið uttanfyri við skaða í nakrar vikur, og teir vera neyvan klárir heldur.
Vit frætta úr Kollafirði, at teir heilt víst ætla sær sigurin á heimavølli sunnudagin. Gongdin hjá teimum hevur verið góð síðstu dystirnar, og hetta ætla teir at halda fast um.