Oddauppgerð verður í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum sunnudagin klokkan 16, tá H71 og KÍF møtast. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
H71 greiddi sína skyldu og vann 38-22 á Kyndil 2. KÍF gjørdi eitt ordans hál í Vestmanna og vann 31-28 á VÍF.
Seinnapartin gjørdi Sjúrður H. Hoydal eitt beinleiðis prát á FM1, har hann prátaði við báðar venjararnar, Andreas F. Hansen hjá KÍF og Sonni Larsen hjá H71.
Hvørgin er serliga hugaður at taka favorittleiklutin á seg. Sonni Larsen vísir á, at higartil hevur H71 havt tað sera torført ímóti KÌF. Andreas F. Hansen vísir á, at H71 hevur ein breiðari hóp enn KÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andreas F. Hansen og Sonni Larsen í SportBoxini á FM1 seinnapartin.