Í tíðini frá januar til november í fjør hava vit bæði økt um innflutningin og útflutningin aftur ímóti sama tíðarskeiði í 2009. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at innflutningurin er øktur 9% og útflutningurin er øktur 11%.
Í hesum sambandi er innflutningurin av skipum og flogførum ikki tald uppí.
Tað eru serliga innflutningurin av rávørum til fiskavirking, sum er nógv øktur fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, aftur ímóti í 2009. Tann vøksturin er 59%. Men ein onnur orsøk til, at innflutningurin er hækkaður, er, at oljan er dýrkað rættiliga nógv og tað hevur elvt til eina øking upp á 46%.
Annars er innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum minkaður 2%.
Viðvíkjandi útflutninginum, er tað serliga uppisjóvarfiskurin, sum pyntar tølini, tí útflutningurin av honum er øktur 57%. Hinvegin er útflutningurin av botnfiski øktur 14%.
Hinvegin er útflutningurin av øðrum vørum enn fiskavørum, minkaður heili 21%.