Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini taptu

Fram tapti við einum máli á heimavølli og KA tapti greitt á útivølli

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini taptu ígjár.

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Fram tóku móti ÍBV á heimavølli í dag. Tá 23 sekundir vóru eftir av leiktíðini var støðan javnleikur 29-29, og Fram var í álopsstøðu. Ólukkutíð mistu teir í Fram bóltin og beint áðrenn leiklok tók Hákon Daðai Styrmisson og meddaði hann í málið til 29-28 til ÍBV, ið kundi stórfegnast um sigurin.

Í steðginum var ÍBV á odda 15-13. Vilhelm Poulsen skoraði fimm mál og Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál fyri Fram. 

Komandi dystur hjá Fram er komandi hóskvøld á útivølli móti Vali.

Áki Egilsnes skoraði fýra mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál tá lið teirra, KA tapti greitt 23-32 fyri Hauki á útivølli ígjár. Í steðginum var Haukur á odda 17-10.

Komandi dystur hjá KA er fríggjakvøldið, tá teir vitja Afturelding. 

Støðan:

Lið:DystirMálmunurStig
Haukar16458:38527
FH16475:43523
ÍBV16465:44219
Afturelding16425:42419
Selfoss16414:39818
Stjarnan16448:43518
Valur16459:43517
KA16423:41617
Fram16416:41316
Grótta16402:42110
Þór Ak.16368:4348
ÍR16372:4870