Tað verður antin Helga Guttesen ella yngra systurin Birgit Guttesen sum byrjar á diagonal-plássinum. Báðar hava seinastu vikurnar vant nógv, og úttøkan
av liðnum vildi tað soleiðis, at tað blivu hesar báðar sum skulu berjast um hetta plássið.
Báðir leikararnir hava víst styrki í føroysku kappingini, har Helga seinasta kappingarár gjørdist
greiðuvinnari við SÍ, meðan Birgit hevur leikt við Mjølni.
Venjarin Kristian Mikkelsen tekur endaliga støðu til byrjunaruppstillingina eftir eina stutta venjing í dag kl. 11.00 føroyska tíð.