Bøgesvang skal loysa av Fríðriksson av

Fyrrverandi presturin í Klaksvík skal næsta hálva árið verða prestur í Sjóvar prestagjaldi, skrivar Norðlýsið Jógvan Fríðriksson er farin í stav sum bispur í føroysku kirkjuni, og samstundis manglar Sjóvar prestagjald prest. Bispur segði við Sosialin í farnu viku, at ætlanin er í fyrstu syftu at seta ein avloysara í starvið, og tað skuldi verða ein pensjóneraður prestur. Síðani skal søkjast eftir nýggjum presti til starvið.

Norðlýsið skrivar í morgun, at tað verður Henning Bøgesvang, sum frá 1976 til 1998 var prestur í Norðoya vestara prestagjaldi, ið skal verða avloysari í Sjóvar prestagjaldi. Hann skal røkja starvið frá 1. mars til 31. august.