B-Boys fingið føroyskar fjepparar

Í sambandi við at tað í ár er ár teirra brekaðu, varð barnakonsert hildin í SMS leygarkvøldið. Donsku B-Boys høvdu sett tveir dagar av til at gleða tey føroysku børnini vid avbera góðari konsert

Fitt av fólki var møtt upp, tá barnakonsert varð hildin í SMS leygarkvølið.
Tey, sum skuldu upptraðka vóru Birgit Sivertsen, Elin Løkin, Sólfríð Bech, Konnie Kass saman við Hilmari Kass og donsku B-Boys, sum óivað vóru høvuðsnavnið.
Angela skipaði fyri á pallinum, og av og á kom Hannibal leypandi út á pallin. Men ikki kann sigast, at hann skikkaði sær væl hesu ferð, tí hann hevði fingið fatur á vatnbyrsum og skeyt so aftir áhoyrarunum, sum tó tóku tað við einum smíli.
Konsertin var fingin í lag av tí, at tað í ár er ár teirra brekaðu.
Allir pengarnir, sum komu inn hetta kvøldið, vóru givnir til tey, sum halda til á Eirargarðið 16A. Hesi stríðast eitt nú við at samla pening til ein buss, so hetta mátti koma væl við.
Føroyskar barnastjørnur
Fyrsta navnið, sum kom á pallin, var bert 8 ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvík. Hetta var fyrsta veruliga konsertin hjá henni, men hetta tóktist ikki at nerva hana. Hon framførdi sangirnar »Tína dýrd tú offraði« og »Minnist tú hitt summarið«, og kom hon sera væl frá tí. Hon hevði bæði dansigentur og kórsangarar við sær á pallin.
Síðani var túrurin komin til Elina Løkin úr Saltangará. Hon framførdi eisini tveir sangir, »Vit eru glap« og »Eg eri ein K«. Til tann seinna sangin fekk hon gott lív í og fekk bæði Angelu og Hannibal upp á pallin at syngja við og samstundis gera tekn til. Hetta dámdu áhoyrarunum sera væl.
Sólfríð Bech av Tvøroyri vann Nósabarnaprixidðí 2002 og er tískil við á nógvum barnakonsertum. Og hendan var einki undantak. Hon framførdi tveir sangir, »Can't fight the moonlight« og »There you'll be«. Hetta megnaði hon avbera væl, og við hesum vísti hon enn einaferð, at hon avgjørt hevur eina framúrskarandi rødd.
Konnie Kass, vinnari av Nósabarnaprixnum 2003 og Hilmar Kass vóru tey síðstu føroysku nøvnini á pallinum. Tey bæði sungu fyrst eina duett, »Syngja sama lag« og síðani setti Hilmar seg við ljómborðið og legði tónar til, meðan Konnie sang sangin »You've got a friend« Hóast hon hevði ilt í hálsinum, so megnaði hon hetta sera væl.
Hoppaðu og dansaðu
Síðsta og mest spennandi navnið var B-Boys. Teir vóru við í tí danska Barna Grand Prixnum fyrr í ár, og teir vunnu. Tað var sjálvsagt spennandi hjá áhoyrarunum at síggja tað, teir høvdu at bjóða uppá. Teir komu brestandi upp á pallin, og beinanvegin vóru øll vid. Teir framførdu 5 sangir hetta kvøldið, og dansaðu eisini break-dans fyri fegnu áhoyrarunum.
Upptraðkan teirra var sera løtt at fylgja við, men fyri teir var hon óivað strævin. Teir hoppaðu vid rytmunum, dansaðu break-dans, sum krevur nógva orku, og harafturat sungu teir, so her krevst nógv.
Sebastian, Kaave og Mathias, sum manna B-Boys, hava kent hvønn annan síðani teir vóru heilt lítlir. Teir hava allir dansa break-dans í fleiri ár, og tveir av teimum hava verið í heimsmeistaraskapinum fyri break-dansi saman, sum teir tó ikki vunnu. Teimum dámar øllum væl hip-hop, og tískil er tað bert tað, sum er á skránni. B-Boys minna eitt sindur um Nik og Jay, men sangirnir hjá B-Boys hava tó eina djúpari meining. Teir sungu um børn, sum vórdu happað, og um at tú skalt trúgva á teg sjálvan. Hetta eru tekstir, sum halda í longdini, og sum kanska sita fastari í huganum enn aðrir gera. Eitt er heilt sikkurt, at B-Boys hava uttan iva fingið hópin av fjepparum her í Føroyum, og tað hava teir uppiborið.
Alt í alt var hetta ein konsert, sum eydnaðist stak væl. Áhoyrarirnir, bæði børnini og tey meira vaksnu, hugnaðu sær óført. Kanska tað var eitt sindur ov nógv av tí góða, tá Hannibal kom upp á pallin og spýtti eld, men hetta lagaði seg tó heilt skjótt aftur.
Konsertin, sum varð hildin til frama fyri innsavnan til ein buss til tey, sum halda til í Eirargarði 16a, var ein av teimum, sum man vil hava meir av.
Barnastjørnur verða altíð væl móttiknar, og til hesa konsertina var einki undantak. Tvørturímóti.